Vladimir Putin vitjar á Krim. Her er hann á einari partvís undirsjóvarvitjan í Sevastopol í 2015 - árið eftir, at Russland tók hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina.

Russar flyta kavbátar av Krim-hálvoynni

- Russar vilja umgangast eitt pínligt álop móti kavbátunum, meðan teir liggja í Sevastopol. Hetta vísir, at russar eru ikki tryggir  við, at loftverjan hjá teimum er før fyri at verja støðina móti langtberandi rakettum.

Vladimir Putin vitjar á Krim. Her er hann á einari partvís undirsjóvarvitjan í Sevastopol í 2015 - árið eftir, at Russland tók hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina.

Russiska herflotastøðin í Sevastopol á Krim-hálvoynni hevur stóran týdning og symbolskt virði fyri Russland. Hetta er einasta djúpvatnshavn hjá russum, sum ikki frystir um veturin, og sum gevur russiska herflotanum harradømi í Svartahavinum. 

 

Týdningurin av herflotastøðini var eisini ein av orsøkunum til, at Russland tók hálvoynna í 2014. Russiska yvirbregðið á Krim hevur tó fingið nøkur skot fyri bógvin eftir fleiri eyðsýndar hernaðarligar atsóknir á hálvoynna.

 

Nú veit bretsk fregnartænasta at siga, at russar eru farnir at flyta kavbátar av týdningarmiklu herflotastøðini í Sevastopol. 

 

- Russar vilja umgangast eitt pínligt álop móti kavbátunum, meðan teir liggja í havnini. Hetta vísir, at russar ikki eru tryggir  við, at loftverjan hjá teimum er før fyri at verja støðina móti langtberandi rakettum.

 

Tað sigur Russlands-serfrøðingurin, Jakub M. Godzimirski, sum starvast hjá NUPI, ið er norski uttanríkispolitiski stovnurin. 

 

Reint hernaðarliga kunnu diesel-elektrisku russisku kavbátarnir framhaldandi røkka ukrainskum býum við rakettum, men í samrøðu við Verdens Gang sigur Jakub M. Godzimirski, at gongdin eigur at síggjast í tí samanhangi, at Russland enn ikki hevur rokkið sínum málum við krígnum. 

 

Hann vísir á, at Russland áður hevur hildið, at viðurskiftini á Krim vóru trygg, og tí er tað ein skøva í lakkinum hjá teimum, at noyðast at ásanna, at soleiðis er tað ikki.

 

Serfrøðingurin, sum hevur skrivað fleiri granskingargreinar um týdningin av Krim-hálvoynni, vísir á, at oyggin - eisini frá gamlari tíð - hevur havt ein serstakan týdning fyri Russland.

 

- Tað er nógvur symbolikkur knýttur av Krim, og herflotastøðin í Sevastopol hevur stóran týdning í Svartahavinum. Tó er Krim ikki miðdepilin hjá russiska herflotanum, tí støðirnar á Kolahálvoynni í Murmansk eru uppaftur týdningarmiklari, sigur Jakub M. Godzimirski.

 

##med2##

 

Tom Røseth, sum er høvuðslærari innan fregnartænastuvirksemi á norska Verjuháskúlanum, sigur við Verdens Gang, at tað, sum er - um bretsku fregnartænastuupplýsingarnir eru rættir - er, at russar vilja tryggja herflotan, sum hevur hildið til á herflotastøðini á Krim.

 

- Hetta er týdningarmiklasti kapasitetur, sum russar hava í Svartahavinum, sum nú verður fluttur í tryggari havn. Men, hetta merkir eisini, at russar í størri mun enn áður kenna seg meira hóttar, sigur hann.

 

Hann vísir á, at fleiri álop hava verið á Krim seinastu tíðina, og hesi eru komin óvart á russar. Herflotahavnin, Novorossijsk, har kavbátarnir nú fara at liggja, er í russiskum øki, og støðin er meira vard við sínari loftverju, enn Sevastopol á Krim er.

 

- Tað, at russar nú velja eina aðra veitingarhavn, merkir tó ikki, at Russland gevur Krim frá sær. Teir vilja bara tryggja sær kapasitetin, soleiðis at teir framhaldandi kunnu verja hálvoynna - uttan at seta herflotan í stóran vanda.

 

Tom Røseth leggur aftrat, at russiski herurin framhaldandi kann fremja álop við rakettum úr Svartahavinum, og tí setir flytingin av kavbátunum ikki neyðturviliga russiska herin í eina veikari støðu.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Vladimir Putin vitjar á Krim. Her er hann á einari partvís undirsjóvarvitjan í Sevastopol í 2015 - árið eftir, at Russland tók hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina.

Hetta er støðan í krígnum, har Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár.

Myndin er tikin í Sevastopol í 2015. Tað er hetta slag av kavbátum, sum russar nú flyta í tryggari havn.