Russar fiska tvey fiskasløg

Fiskiveiða: Longu og svartkjaft.

Tað eru tey bæði fiskasløgini, sum russar hava fiskað í føroyskum sjóøki seinastu tríggjar mánaðirnar.
Eitt yvirlit yvir útlendsku veiðuna vísir, at russar íalt hava fiskað 16.269 tons hetta tíðarskeiðið. Av hesum vóru sløk trý tons longa, meðan restin var svartkjaftur ? tvs. 16.266 tons.
Íalt hava tey russisku skipini havt 471 fiskidagar í okkara sjóøki.