Fleiri russiskir trolarar eru teir seinastu dagarnar komnir fullfermdir av svartkjafti. Í gjár lógu tríggir russiskir trolarar á Kollafirði, eisini lógu trý russisk skip á Sundi - men tann føroyski svartkjaftaflotin liggur svínabundin, tí kvotan er ov lítil.










