Hetta eru djarvir menn, sum seta lívið í váða fyri at bera tað, sum hendir í krígnum, út til almenningin. Fleiri tíðindamenn eru deyðir í krígnum í Ukraina, meðan teir royndu at fremja sína uppgávu.

Russar eru trýstir í Kharkiv-regiónini

Í dag hava tíðindamenn hjá Verdens Gang, sum eru í Kharkiv-økinum, verið saman við ukrainum inni í onkrum av býunum, har russar hava havt valdið, men nú eru riknir burtur.

Hetta eru djarvir menn, sum seta lívið í váða fyri at bera tað, sum hendir í krígnum, út til almenningin. Fleiri tíðindamenn eru deyðir í krígnum í Ukraina, meðan teir royndu at fremja sína uppgávu.

Ukrainska herleiðslan sigur, at herdeildir hjá teimum hava tikið nøkur øki aftur frá russisku deildunum í eystara parti av Kharkiv-regiónini. Kharkiv, sum hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum í nógvar vikur, er næst størsti býur í Ukraina.

 

Tað hevur tó ongantíð eydnast russisku deildunum at tikið býin. 

 

Býir nærindis Kharkiv hava verið hersettir av russiskum deildum, men eins og í Kyiv-regiónini hevur tað higartil ikki eydnaðast russisku herdeildunum at taka stórbýin. 

 

Í Kharkiv-regiónini hava verið bæði nógvir og harðir bardagar, og ukrainski herurin hevur stríðst manniliga, heilt síðan russisku innrásina hin 24. februar - ella í meira enn tveir mánaðir.

 

Tá kríggj er, er eisini nógv propaganda, og tað kann vera trupult at vita, hvat er rætt, og hvat er rangt. Tí, tað eru verri enn so øll tíðindi, sum koma í miðlarnar, sum eru váttað av óheftum keldum.

 

Men, tá ukrainski herurin nú sigur, at russiskar herdeildir eru riknar burtur úr fleiri økjum í Kharkiv-regiónini, sum hava verið kringsettar av russum, er mangt, sum bendir á, at hetta er rætt.

 

Í dag hava tíðindamenn hjá Verdens Gang, sum eru í Kharkiv-økinum, verið saman við ukrainum inni í onkrum av býunum, har russar hava havt valdið, og her hava tíðindamenninir verið við, meðan sivilfólk vóru hjálp burtur.

 

Norsku tíðindamenninir skriva soleiðis um hesa vandamiklu ferð í býnum, Ruskay Lozovay, haðani russiski herurin hevur sent rakettir eftir nærliggjandi býum og stórbýnum, Kharkiv.

 

- Ukrainskar deildir megnaðu leygardagin at trýsta russisku hermenninar út úr týdningarmikla strategiska býnum, Ruskay Lozovay. VG var við í einum fylgi við bussum og ukrainskum hermonnum fyri at bjarga sivilfólki úr býnum.

 

Tíðindamenninir siga, at ferðin gjørdist ein bardagi móti klokkuni og deyðiligum russiskum álopum, tí sum teir sjálvir siga, høvdu teir ikki alla tíðina fyri sær. 

 

- Á veg út úr Kharkiv saman við bussum og hernaðarakførum broyttist stemningur og útlit fullkomiliga. Asfaltið er gjøgnumholað av granatum, og við vegin standa útbrend stríðsakfør og sundurskotnir bilar.

 

Menninir hjá Verdens Gang siga, at við vegin eru stór trø farin í tvey av bumbum, og ein grønmálaður bilur við merkinum "Z" stendur eftirlatin og gjøgnumholaður. 

 

- Tað er kvirt, eingin ferðsla, og við vegin standa ukrainskir hermenn. Hetta er frontlinjan, og hetta er ongamannalandið í krígnum. Her høvdu russiskar herdeildir sínar støðir, men nú eru teir riknir nakrar kilometrar eftir hæli.

 

Øll greinin, sum tíðindamenninir hjá Verdens Gang hava skrivað um bjargingarátakið, sum teir gjørdust partur av í dag, kann lesast á heimasíðuni - www.vg.no. Meðan teir vóru í økinum, nærkaðist ein russisk tyrla.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hetta eru djarvir menn, sum seta lívið í váða fyri at bera tað, sum hendir í krígnum, út til almenningin. Fleiri tíðindamenn eru deyðir í krígnum í Ukraina, meðan teir royndu at fremja sína uppgávu.

Russar eru júst riknir burtur, og tað er kki vandaleyst at hjálpa sivilfólki úr býnum.