Russar: Eingi vápn í flogfarinum

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, tók í dag uppaftur, at tað vóru eingi vápn umborð á tí sýriska ferðamannaflogfarinum, sum bleiv noytt at seta seg í Turkalandi. Hann segði, at nakrir elektriskir eykalutir til eina radaraskipan vóru við flogfarinum, men eingi vápn.

-Vit hava einki loyndarmál við hesum. Sjálvandi vóru eingi vápn í ferðamannaflogfarinum, segði Lavrov við tíðindafólk seinnapartin.

Turkar hava sagt, at teir funnu ymiskt í flogfarinum, eitt nú lóður, men tað avsanna russar.

-Farmurin var lógligur, tað var sendarin eisini og móttakarin somuleiðis, segði Sergei Lavrov. Hann viðgekk kortini, at teir elektrisku lutirnir, sum vóru í flogfarinum, kunnu brúkast til sivil og hernaðarlig endamál.