Gíslatøkan í Moskva
Allastaðni verður dúgliga gitt, hvat tað var fyri gass, sum russar sprændu inn í leikhúsið í Moskva, áðrenn teir russisku hermenninir lupu á fyri at fría teir umleið 800 gíslarnar, sum teir kekensku uppreistrarmenninir høvdu tikið.
Amnesty International sigur tað vera sera umráðandi at fáa staðfest, hvat tað var fyri evni, sum russar nýttu. Judith Arena, talskvinna hjá Amnesty International segði við BBC í gjár, at felagsskapurin fer at leggja trýst á teir russisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at upplýsa, hvat slag av gassi talan var um.
-Vit vilja hava at vita, um tað var rætt at nýta hetta slagið av gassi, og um tað var lógligt, segði talskvinnan hjá Amnesty International.
Ein amerikanskur serfrøðingur, Christopher Holstege á lærda háskúlanum í Virginia, segði við tíðindastovuna AP, at tað fyrsta, sum rann sær í huga, tá hann frætti tíðindini, var, at russar mundu hava nýtt okkurt doyvandi evni sum eitt nú valium. Ein fyrrverandi embætismaður í russiska verjumálaráðnum, Vitalij Sjkilov, heldur, at russar nýttu eitt slag av BZ-gassi, sum er eitt nervagass. Í USA sigur Christopher Holstege, at hetta er eisini væl hugsandi.
Er tað rætt, at russar nýttu BZ-gass ella okkurt tilsvarandi, kann tað vera brot á altjóða samtyktina um kemisk vápn, sum Russland staðfesti í 1997.
-Tað kemur ikki óvart á okkum, at russar hava slík evni, sigur amerikanski vápnaserfrøðingurin Ron Madrid. Hann sigur, at russar nýttu umleið 30 ár til at gera BZ-gass.
Tann kendi russiski hernaðarserfrøðingurin Pavel Felhengauer heldur, at russar nýttu eitt ella annað loyniligt slag av gassi, sum stavar frá gamla Sovjetsamveldinum, men sum ongar almennar upplýsingar eru um. Sjálvur heldur Pavel Falhengauer, at kanska var LSD í gassinum, sum varð sprænt inn í leikhúsið.










