Sambært russisku tíðindastovuni Tass heita russisku herdeildirnar í Mariupol á ukrainsku hermenninar, sum framvegis berjast í býnum, um at leggja vápnini.
Ukrainsku hermenninir hava fingið freist til klokkan 06 í morgin, og russisku herdeildirnar siga, at leggja hermenninir vápnini, verða lív spard, sum tikið verður til.
Reuters, sum endurgevur Tass, vísir á, at í sjey vikur hevur Mariupol verður kringsettur av russiskum herdeildum, og her hava verið harðir bardagar.
Fyrr í hesi vikuni komu frásagnir um, at ukrainsku hermenninir einki lóður høvdu eftir, men ukrainskir myndugleikar hava avvíst hesum tíðindum.
Tá russar áður hava heitt á ukrainskar hermenn um at leggja vápnini, hevur ikki verið lurtað eftir slíkum boðum, og trupult er at siga, hvussu verður hesaferð.