Rúspolitikkur á Rás 2

Seinnapartin í dag millum klokkan 14 og 16 skipa Rás 2 og Blái Krossur Føroya í felag fyri almennum politiskum kjaki í Perluni í Havn um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk.

Seinnapartin í dag millum klokkan 14 og 16 skipa Rás 2 og Blái Krossur Føroya í felag fyri almennum politiskum kjaki í Perluni í Havn um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk. Hetta er ein valfundur, ið eisini er ein beinleiðis sending á Rás 2.

Fólk frá Bláa Krossi hava trý upplegg til kjak, so Olga Magnussen sigur nakað um rúsdrekka og samfelagið, Alisa Hammer um barnið hjá rúsmisnýtaranum, og Frants Jensen um rúsdrekka, politikk og langtíðarmál.

Valevnini, ið koma úr øllum sjey flokkunum, fáa høvi til at siga sína hugsan, umframt at bæði fólk í salinum og lurtarar kring landið kunnu seta politikarunum spurningar.

Alfred Olsen (Sambandsflokkurin), Eyðstein Ó. Poulsen (Fólkaflokkurin), Eyðgunn Samuelsen (Javnaðarflokkurin), Zakarias Wang (Nýtt Sjálvstýri), Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi), Sunneva Háberg Eysturstein (Framsókn) og Martin Kúrberg (Miðflokkurin).

Vertur og orðstýrari í sendingini, sum verður at hoyra á Rás 2 í dag frá klokkan 14 til 16, er Hilmar Jan Hansen.