Rusland nærkast Norðurkorea

Russland og Norðurkorea eru vorðin samd um at menna sambandið millum londini, og eitt tað fyrsta stigið er, at londini fara at hava eina felags herflotavenjing næsta ár.

Tað sigur russiski generalurin Igor Muginov. Hann er ovasti fyri teirri russisku hermegini har eysturi í landinum og var herfyri í Norðurkorea og tingaðist við herleiðsluna har um herflotavenjingina. Japanskir fjølmiðlar hava sagt, at venjingin verður longu í ár, men tað avsannar generalurin, skrivar Interfax.

Norðurkorea hevur sjáldan hernaðarvenjingar saman við øðrum londum, og bæði USA og Kina halda eyga við tí nýggja samstarvinum millum Norðurkorea og Russland.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, var í Russlandi í august, har hann hitti Dmitrij Medvedev, forseta. Hetta var hansara fyrsta vitjan har síðani 2002.