Á samkomu í Mentamálaráðnum hósdagin varð nýggja undirvísingartilfarið “Rusk” lagt fram. Tilfarið og tankarnir um verkætlanina “Rusk í skúlanum” er ein beinleiðis avleiðing av umhvørvisvikuni, sum var í Havn í vár, og eru tað Landsmiðstøðin fyri undirvísingartilfar, Innlendismálaráðið og Tórshavnar Kommuna, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av tilfarinum, ið fevnir um 5000 næmingahefti og 700 læraravegleiðingar.
Umhvørvisskúli er ein verkætlan, sum gevur skúlum høvi til at arbeiða við ymsum evnum, sum hava við umhvørvi at gera. Fyri at skúlin kann fáa heitið Umhvørvisskúli, skal hann lúka ávísar treytir, sum skjalprógva, at skúlin av fullum huga og tilvitaður arbeiðir fyri umhvørvisvernd.
Sambært endamálinum við átakinum, Umhvørvisskúli, er ætlanin, at næmingar arbeiða við umhvørvisspurningum á ein hátt, at teir:
- hava møguleika at fáa nágreiniligt innlit í hesar spurningar gjøgnum virkni
- fáa møguleika at gera nakað við umhvørvisspurningar í skúlanum og nærumhvørvinum
- fáa møguleika at uppliva samanhangir
- gerast tilvitaðir um egnan lut í og egna ábyrgd av at vera brúkarar.
Partur av altjóða átaki
Hugtakið Umhvørvisskúli er eitt føroyskt uppskot til umhvørvisundirvísing í fólkaskúlanum. Higartil er bara gjørt tilfar til evnið “Rusk”. Hugskotið aftan fyri tilfarið er úr donskum undirvísingartilfari, og er eisini ein partur av altjóða tiltaki, “Eco-Schools”. Tá lívskorini og landafrøðiligu korini eru ymisk úr einum landi í annað, eru uppgávur og krøv í undirvísingartilfarinum lagað til hvørt landið.
Í læraravegleiðingini stendur eitt nú, at allur skúlin er við, tá ið rusk verður sett í brennidepilin. At skilja rusk, gera sankutøð og gera átøk at minka um pappírsnýtsluna fær bæði næmingar, lærarar og onnur starvsfólk í skúlanum at varnast spurningin.
Heiðursbræv til skúlarnar
Heiðursbrævið prógvar, at skúlin raðfestir umhvørvisundirvísing frammarlaga, og at atlit verður tikið at umhvørvinum í dagliga rakstrinum. Tað vísir eisini, at skúlin og kommunan leggur seg eftir at geva børnunum møguleika at síggja samanhang og fylgjur gjøgnum vitan um og hugburð til umhvørvisspurningar.
Eitt av krøvunum er, at í minsta lagi 15 prosent av næmingunum eru serliga virknir í arbeiðinum við hesum evni, og at teir hava holla vitan um, hvat skúlin ger á hesum øki.
Ein arbeiðsbólkur hevur fylgt við arbeiðinum og við útgávuni og lagað til. Bólkurin hevur verið mannaður við umboðum úr Tórshavnar Kommunu, Landsmiðstøðini, Agenda 21 stovuni, Mentamálaráðnum, IRF og Kommunalu Brennistøðini í Havn.
Kommunurnar á odda
Á samkomuni í Mentamálaráðnum var sangur og røður á skránni.
Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunusamskipan Føroya, segði seg vita, at allar landsins kommunur leggja stóran dent á og nógva orku í at hava eina reina og vakra kommunu.
- Til at røkka hesum, vita vit, at tað hevur alstóran týdning, at børn og ung so tíðliga sum gjørligt verða gjørd varug við og tilvitað um at hava umsorgan fyri náttúru og umhvørvi, og hvussu umráðandi tað er at fara væl um náttúruna, segði hann millum annað. Og hann legði afturat, at sum liður í hesum arbeiði eru kommunurnar áhugaðar í tí, at skúlarnir í undirvísingini við jøvnum millumbilum taka upp umhvørvisspurningar og umhvørvisvandamál.
Nógvar lærugreinar
Næstur Heðin Mortensen, var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, sum segði seg fegnast um, at stigið, at fáa allan skúlan at varpa ljós á umhvørvisviðurskifti, ið eru viðkomandi hjá okkum øllum.
- Í fólkaskúlanum hevur í mong ár verið arbeitt við umhvørvisspurningum, millum annað í lærugreinunum lívfrøði, landalæru, alis/evnafrøði og náttúru og tøkni. Henda vitan er grundarlag fyri at kunna taka lut í samfelagsorðaskiftinum um spurningar sum orkunýtslu, náttúruvernd, tilfeingi, og dálking
Jógvan á Lakjuni segði eisini, at tað er ein stór uppgáva, at fáa næmingarnar og okkum øll at geva hesum viðurskiftum meira ans, hvussu vit kunnu minka um ruskið, hvat kann verða endurnýtt og at læra at gera lívrunnið tilfar, matleivdir, vøkstur sum plantur og greinar og annað til sankutøð.
- Mín vón er, at skúlarnir taka væl ímóti tilfarinum, og at vit tey næstu árini kunnu lata fleiri skúlum heiðursbræv sum umhvørvisskúli. Eisini vóni eg, at hildið verður fram við at gera tilfar í hinum evnunum, vatni, orku, náttúru og vistfrøðiligari framleiðslu, sum nevnd eru í læraravegleiðingini, segði landsstýrismaðurin, millum annað
Broyta hugburð
Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevdini í Tórshavnar Kommunu segði, at tað er umráðandi at vit broyta hugburð, um vit skulu náa málinum um reint umhvørvið.
- Fyri at broyta hugburð, mugu vit byrja so tíðliga, sum gjørligt. Tí var tað nærliggjandi at hugsa um undirvísingartilfar – tí gjøgnum fólkaskúlan fáa vit fatur á øllum borgarunum, segði hon millum annað og víðari:
- Tit, sum dagliga starvast í fólkaskúlanum, kenna kanska væl til – “hattar er nakað skúlin skal taka sær av”, tá vit tosa um viðurskifti, sum skulu betrast ella broytast. Men, hvussu skúlin skal taka sær av tí, ella í hvørjum tímum, tosa vit minni um. Tí hildu vit, at tað var sera umráðandi, at um vit skulu áleggja ella eggja skúlunum, at gera nakað við umhvørvisvernd, so mátti tilfar samstundis gerast. Ikki bara vísa á útlendskum tilfarið, men tilfar har hvør einstakur kennir seg aftur og kann brúka í egnum umhvørvið.
--
Framtíðar borgarar
Bergmann Finnsson, Agenda 21 ráðgevi, segði eitt nú í røðu síni, at tiltakið ”Umhvørvisskúli” byggir á hesi somu virðir sum fólkaskúlin.
- Hetta verður gjørt við at læra og upplýsa børnini um umhvørvið, hvussu vit sum menniskjur ávirka umhvørvið í okkara gerandisdegi og , ikki minst, hvussu vit kunnu minka um trýstið, sum okkara virksemi hevur á náttúruna og umhvørvið, eitt trýst, sum í dag, og hetta vísa óteljandi kanningar, er alt ov stórt, segði hann. Og hann helt fram:
- Eg vil leggja dent á, at um vit skulu fáa eitt meira burðardygt samfelag um eini 30-40 ár, so eru tað børnini, sum ganga í skúla í dag, vit skulu hava fatur í. Ongantíð ov tíðliga. Tí um 30-40 ár verða tað júst hesi børn, sum fara at mynda og stýra okkara landi. Latið okkum planta sáðið nú og vónandi verður fruktin mangfoldu í framtíðini.
--
Myndatekstir:
4. flokkur frá Argja Skúla sang á framløguni í Mentamálaráðnum.
--
Tilfarið fevnir um næmingablaðið Rusk, og um læraravegleiðing. Skúlar fáa tilfarið ókeypis, við at venda sær til Landsmiðstøðina. Tilfarið leggur upp til, at næmingar arbeiða sjálvir og eisini standa fyri at kunna um úrslitini teir koma fram til. Evnini í næmingaavísini eru tey trý: Vegurin hjá ruskinum, ruskið hjá tykkum og ruskið hjá skúlanum og Sankutøð í skúlanum.
--
Bárður Oskarsson hevur myndprýtt tilfarið og Petur Ove Petersen, hevur týtt og lagt til rættis.
--
GG:: Skúlar kunnu fáa tilfarið ókeypis við at venda sær til Landsmiðstøðina.
--
“Náttúran er ikki okkara ogn, men eitt lán frá børnum okkara.”
Kenjanskt orðafelli