Rushdie í Demokratikanon

Í grundgevingini fyri at taka De sataniske vers við í nýggju demokratikanonina verður sagt, at Rushdie málið snýr seg um mentanarsamanstoytin millum vesturlendska fólkaræðishugsan og muslimska fundamentalismu



Demokratikanon, Undervisningsministeriet, 2008 



Gamlir filosoffar, kvinnurørslan, Muhammed-tekningar og ein bretsk-indiskur rithøvundur. Úrvalið er stórt í nýggju demokratikanonini, sum danska Undervisningsministeriet gav út í vikuni – ein kanon, sum skal fáa komandi ættarlið at skilja søguna aftanfyri danska fólkaræðið. 


Millum meir umstríddu íkastini í savninum er bókin De sataniske vers eftir bretsk-indiska rithøvundan Salman Rushdie. Mikið stríð stóðst av bókini, tí fleiri fataðu hana sum eina háð av islam.

Í grundgevingini fyri at taka De sataniske vers við í kanonina sigur nevndin, at Rushdie málið snýr seg um mentanarsamanstoytin millum vesturlendska fólkaræðishugsan og muslimska fundamentalismu.

Í hesum brotinum í bókini verða eisini Muhammed-tekningarnar í Jyllands Postinum í 2006 nevndar, sjálvt um savnið annars ikki skuldi umfata hendingar eftir 2000. 


Longu nú verður tó funnist harðliga at nýggju kanonini. Eitt nú vísir søgufrøðingurin Jørgen Carlsen á, at ongin kann vera ósamdur við teimum demokratisku rættindunum, sum nevndin hevur lagt áherðslu á, men at ov lítið verður gjørt burturúr sambandinum millum einstaklingin og samfelagið.

- Hetta sambandið fevnir um nógvar tvístøður og mótsøgnir, sum ongar lættar loysnir eru á, og tað hoyrir eisini við í eini lýsing av fólkaræðinum, sigur Jørgen Carlsen.