Stendur tað til Tórshavnar Býráð, skal ein deild av Rúsuni, ein deild av Apotekinum og og ein deild av Posta, flyta oman í Gamla Apotek í miðbýnum í Havn.
Tórshavnar Býráð hevur biðið Løgtingið um samráðingar um at yvirtaka Gamla Apotek, sum Løgtingið annars eigur og sum verður brúkt til skrivstovur hjá teimum ymsu flokkunum og til ymsar fundir.
Heðin Mortensen, borgarstjóri harmast um, at eitt so stórt og sermerkt hús stendur mitt í býnum, bølamyrkt sum eitt spøkilsishús, tað allarmesta av tíðini.
- Vit mugu eisini bara staðfesta, at tað verður heldur ikki hildið yvirhøvur.
- Fáa vit Gamla Apotek, skulu vit hampa tað og geva tí eina rættiliga andlitslyfting, sigur hann.
Hann sær ikki fyri sær, at húsið skal brúkast til íbúðir.
Hinvegin sær hann fyri sær, at tað skal verða okkurt slag av útvendum virksemi í tí, sum kann draga fólk og lív oman í býin.
Sjálvur droymir hann um, at ein deild av Apotekinum og ein deild av Posthúsinum kunnu flyta oman í Gamla Apotek.
Men hann sær eisini fyri sær, at Rúsan fær eina deild í Gamla Apoteki í miðbýnum, kanska eina deild við úrvaldum og serliga góðum sløgum av víni, og whisky, konjakk og øðrum.
- Tað er harðliga tiltrongt, at Posthúsið, men serliga Apoteki og Rúsan fáa eina deild afturat, so at vit sleppa undan at alt fólkið skal trunkast saman á høvuðsdeildunum, sigur Heðin Mortensen.
Um eina løtu spyrja vit Jógvan á Lakjuni, Løgtingsformann, hvat hann heldur um at lata Tórshavnar Býráð frá Gamla Apotek.