Rúsan skal lata fleiri milliónir í landskassan

Tað fer at verða dýrari at keypa í Rúsdrekkasølu Landsins, fyri at stovnurin skal hava fleiri pengar at lata í landskassan

Samnært fíggjarlógaruppskotinum skal avlopið hjá Rúsrekkasølu Landsins hækkast úr 18,6 upp í 20,2 milliónir krónur.

 

Rúsdrekkasøla landsins virkar sambært løgtingslóg nr. 111 frá 20. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka, umframt kunngerðum við heimild í lógini.

 

Rúsdrekkasølan er stovnur undir Løgmálaráðnum og hevur 8 sølubúðir kring landið.

 

Tær eru í Tórshavn, Saltangará, Klaksvík, Trongisvági, Miðvági, á Sandi, í Norðskála og í Vestmanna. Harumframt er høvuðsskrivstovan á Skálatrøð, og ein goymsla er á Hjalla í Hoyvík.

 

Rúsdrekkasølan hevur einkarætt at innflyta rúsdrekka uttan so, at annað er ásett í rúsdrekkalógini ella reglum við heimild í lógini. Stovnurin hevur harumframt einkarætt at selja rúsdrekka, tó kann Loyvisnevndin heimila fyritøkum, sum framleiða rúsdrekka í Føroyum, at selja egna framleiðslu í góðkendum sølubúðum ella á framleiðslustaðnum eftir reglunum í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.

 

Høvuðsuppgávan hjá Rúsdrekkasøluni er at hava ein virknan leiklut í at avmarka rúsdrekkanýtsluna og at menna eina góða drykkimentan í samfelaginum. Rúsdrekkasølan virkar eisini sum skrivstova hjá Loyvisnevndini.

 

Rúsdrekkasøluni er álagt avlopskrav, sum fyri 2025 er hækkað 1,6 mió. kr. til 20,2 milliónir krónur.

 

##med2##