Rupilin er aftur á sama støðið sum fyri kríggið

Eftir at vera nógv viknaður undir krígnum í Ukraina er russiski rupilin nú aftur komin í javnvág

 

Russiski rupilin er aftur á umleið sama støðu sum fyri kríggið. (Arkivfoto). - Foto: Karl-Josef Hildenbrand/Ritzau Scanpix

Russiska gjaldoyrað, rupilin, er komin upp á aftur á tað støði, sum hann var á fyri russisku innrásina í Ukraina. 

Í gjár kostaði tað 80,85 ruplar at keypa ein amerikanskan dollara. Tað er áleið tað sama, sum áðrenn russisku innrásina 24. februar.

Eftir innrásina í grannalandið fall rupilin ógvusliga í virði. Ringast var um 10.mars, tá virði var fallið so nógv, at tað kostaði 138 ruplar at keypa ein dollara.

Sambært Jacob Pedersen, leiðandi greinara í Sydbank, er tað ein góð frágreiðing uppá, hví rupulin er komin í javnvág aftur.

– Tey hava gjørt nógv frá russiskari síðu fyri at styrkja rupilin, sigur hann við B.T.

– Millum annað hava tey kravt, at gjald fyri russiskt gass skal vera í ruplum, tey hava bannað útlendingum at selja russisk partabrøv, og um tey gera tað, so skulu pengarnir frá søluni standa í ruplum, sigur Jacob Pedersen.

Tað hevur koritni ikki verið uttan avleiðingar, at Russland hevur roynt at byrgja fyri, at rupilin kollapsar, heldur hann.

– Rupilin er farin frá at vera eitt heimsgjaldoyra til bara at vera eitt innlendskt russiskt gjaldoyra, sigur Jacob Pedersen.

Hann sigur eisini, at russiska royndin upp á at fáa ruplin í javnvág er kunstig.

Høvdu tey latið vanligar marknaðarkreftir virkað, so var støðan ein onnur.

– Russland hevur sett vanligar marknaðarkreftur út av spælinum. Har er stór manipulatión. Og tað er enn stór óvissa um rupilin, sigur Jacob Pedersen.

Hann sipar millum annað til russiska kravið um, at gassveitingar úr Russlandi, sum stórir partar av Evropa eru treytað av, skulu gjaldast í ruplum.

Kravið er ført fram, men tekniskt sæð er tað ikki komið í gildið enn, tá evropisku keypararnir ikki hava goldið fyrsta gjaldið, síðani kravið kom um at gjalda í ruplum.

Kravið er aktuelt fyri danska orkufelagið Ørsted, sum keypir gass frá russiska Gazprom. Ørsted noktar tó at gjalda fyri gassið í ruplum.

/ritzau/

 

Russiski rupilin er aftur á umleið sama støðu sum fyri kríggið. (Arkivfoto). - Foto: Karl-Josef Hildenbrand/Ritzau Scanpix