Rúni við mammu síni í býráðið

Fyri fyrstu ferð møta móður og sonur á sama fólkavalda býráðsfundi umboðandi sama flokk.

Ein sjáldsom hending fer fram, tá Tórshavnar býráð hevur fund í annaðkvøld. Tí fyri fyrstu ferð verða bæði móðir og sonur umboðað í fólkavalda býráðnum. Tað hendir, tá Rúni M. Djurhuus tekur sæti sum varalimur Javnaðarfloksins.

 

Mamma hansara, Bjørghild Djurhuus, umboðar frammanudnan Javnaðarflokkin í býráðnum. Hon varð vald á valinum í 2012. Eftir valið í 2008 var Rúni M. Djurhuus fyrsti varamaður floksins, og hann hevði sæti fleiri ferðir. Einaferð í eitt hálvt ár – og tilsamans heldur hann, at hann møti á umleið 10 býráðsfundum.

 

Á valinum í 2012 stillaðu bæði hann og mamman upp á sama lista, javnaðarlistanum. Mamman varð vald, meðan Rúni M. Djurhuus ikki varð valdur.

 

Fyrsta varamaður hjá Javnaðarflokkinum gjørdist Levi Mørk. Men nú hann er fluttur til Vágs og hevur skift kommunu, so kann hann ikki møta í Tórshavnar býráð. Tí verður tað Rúni M. Djurhuus, sum framyvir verður varamaður. Og tað er ikki hissini uppgáva, tí hann er varamaður hjá sjey av teimum trettan býráðslimunum, tí Javnaðarflokkurin hevur meirilutan einsamallur.

 

Halla Samuelsen, býráðslimur hevur forfall í morgin, og tí eru boð eftir Rúna M. Djurhuus. Talan verður kortini bara um tann eina fundin, tí hon hevur boðað frá, at hon verður burtur í 14 dagar. Um so er, at varalimur er inni í býráðnum í meira enn tríggjar mánaðir, so fær hann eisini sæti í føstu nevndum býráðsins. Varalimur, sum hevur sæti styttri enn tríggjar mánaðar fær bara sæti á býráðsfundum, sum eru eina ferð um mánaðin.

 

 

Atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum fullu soleiðis til seinasta kommunuval. Tey fyrstu sjey á listanum, eru tey, ið vórðu vald:

 

 

 

Navn

Atkvøður

Heðin Mortensen

2.637

Bjørghild Djurhuus

281

Helena Dam á Neystabø

200

Sigrún Mohr

181

Elin Lindenskov

178

Tróndur Sigurðsson

177

Halla Samuelsen

170

Levi Mørk

164

Rúni Djurhuus

130

Maria Hammer Olsen

97

Bjørg Dam

97

Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð

87

Bergur Robert Dam Jensen

54

Heri Ólason Dam

51

Ingrid Selmudóttir Henriksen

41

Hilmar Joensen

16

Listin

38

Tilsamans

4.599