Rakul, Johan (í Kollafirði) og Rúni,sum gjørdust landskend, tá tey húsaðust í Fámará, hugna sær og stórtrívast nú á garðinum, sum tey hava keypt í Danmark.
Og har hendir mangt og hvat:
Hefyri skrivar Rakul soleiðis á facebook síðu síni:
Rúni Jacobsen má vera størsti djóravinur á hesi jørð!!! Hann fortaldi akkurát, at hann hevði sovið úti í nátt, tí kalkunin vildi ikki inn (hon hevði vorpið eitt egg úti).. Rúni segði, at hann mátti sova úti og passa uppá hana, so ongin revur fór avstað við henni. Nú fara Johan og Rúni at byggja eitt lítið hús rundan um reiðrið, so Rúni kann sova inni í sínari song í nátt.










