Ungdómslandsliðið hevur verið á stevnu í Malmö í Svøríki um vikuskifti, og sambært heimasíðuni hjá felagnum Frælsur Ítróttur Føroyar, hava tey staðið seg stak væl.
Rúni Seloy gjørdist nummar tvey á 800-metra teininum. Hann kann tó fegnast um, at hann væl og virðiliga megnaði at náa oyggjaleikakravinum og er tí klárur til sínar fjórðu oyggjarleikir.
Tummas Napoleon Arge hevði eisini vónað at røkka kravtíðini á 200 metrum, men hann gjørdist nakað stuttur hesaferð. Heimasíðan skrivar tó, at hann hevur fleiri skot eftir í byrsuni, og longu komandi vikuskifti er hann aftur í kapping.
Edna Maria Debes kappaðist sum fyrsta føroyska kvinna higartil á 60 metur rimarenning. Tíðin gjørdist 10,81 sekund, sum sjálvandi er nýtt føroyst met.