Rúni leggur trýst á seg sjálvan

Arnbjørn Hansen verður fyri fyrstu ferð í ár á EB/Streyma liðnum, sum fær vitjan av Skála

Favorittarnir í EB/Streymi fáa í dag vitjan av uppflytarunum av Skála. Uppflytararnir hava í tveimum teimum fyrstu umførunum lagt rygg til 3-1 tap í Gundadali ímóti B36 og síðani 5-1 tap á heimavølli ímóti NSÍ.

Higartil hevur EB/Streymur spælt tvær ferðir 1-1. Ímóti HB við Margáir var at liva við. Men tað var ikki góðtikið, tá ið tað fyri viku síðani endaði 1-1 á Svangaskarði:

-Vit mugu skipa álopsspælið við skiftum í síðurnar betri, og tað eigur at vera soleiðis, at spælið myndast soleiðis, sum vit vilja hava tað at laga seg. Ímóti Skála er tað einki sum eitur. Vit eiga og skulu vinna øll stigini, sigur Rúni Nolsøe, EB/Streyma venjarin.

Higartil hevur álopsessið Arnbjørn Hansen, ikki spælt við. Nú er Arnbjørn tøkur aftur eftir skaðasteðg, og hann verður við ímóti Skála í dag. Arnar Dam er framvegis skaddur.

 

Skála venjarin Eliesar Olsen ásannar, at tað er munur á at spæla í næstbestu og bestu deildini:

-Tað gongur skjótari fyri seg, og tað hava vit ikki enn vant okkum til. Í álopspartinum hava vit bæði ímóti B36 og NSÍ misnýtt fleiri stórar málmøguleikar at tí slagnum, sum vit ikki misnýttu í fjør, og í verjupartinum eru persónlig mistøk hjá okkum eirindarleyst sektað. Tað ber ikki til at tosa seg burturúr tí, tá ið tú hevur tapt 5-1, men fleiri av málunum, sum NSÍ skoraði ímóti okkum vóru bílig, og tað royna vit at arbeiða við, sigur Skála venjarin Eliesar Olsen.

 

Higartil hevur Skála sett verjugarðin frammarlaga. Í dag skulu uppflytararnir norður til Margáir, har tiltikna kontraliðið EB/Streymur bíðar. Spurningurin er, um Skála fer at halda fram við sama verjuspælinum sum higartil.

-Vit mugu í hvussu so er órógva teir, so teir ikki finna í leguna, sum ofta hevur víst seg at verða sera vandamikil, sigur Skála venjarin. Tá ið B68 leygardagin megnaði 1-1 ímóti EB/Streymi var tað m. a. tí at toftamenn settu vergjugarðin frammarlaga.

Arbeiðsloyvið hjá russiska málverjanum Mark Ryutin er ikki komið upp á pláss enn.