Rúni: Gott at hava Arnbjørn og Hans Paula

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Rúna Nolsøe (EB/Streymur) og Súna Ernstson (Skála) her

EB/Streymur vann 3-1 á Skála á heimavølli í dag. 

 

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe fegnast um tey trý stigini, men hann heldur, at spælið ikki var optimalt, heldur ikki, tá heimaliðið vóru 11 ímóti 10 í meir enn ein hálvleik. Hann fegnast tó um kvalitetirnar hjá Hans Paula Samuelsen og Arnbirni Hansen, sum aftur vóru á blettinum fyri EB/Streym í dag.

 

Ungi málverjin hjá Skála, Súni Ernstson heldur, at teir høvdu eitt leikliga gott avrik, og, at teir saktans kundu fingið stig í dag, men sum ikki einaferð, so vóru teir hjá Skála ikki nóg neyvir. Súni Ernstson undirstrikar tó, at teir hjá Skála hava ikki mist vónina um bjarging enn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Rúni Nolsøe og Súni Ernstson søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.