Rundvísing og konsert á Listasavninum

Sunnudagin er bæði konsert og rundvísing á Listasavninum í Havn.

Sunnudagin 25. juni er bæði konsert og rundvísing á Listasavninum.

 

 

Kl. 15 verður rundvísing í framsýningini "William Heinesen, Myndlistamaður".
Savnsumsjónarfólk Solveig Hanusardóttir Olsen greiðir frá og vísir runt.

 

 

Kl. 16 verður konsert við Norðan. Angelika Nielsen og Thomas Loefke leika á fiól og harpu.
Afturvið tónleikinum er ein myndarøð við náttúrumyndum úr Atlantshavinum.