Rundur føðingardagur í Hvalba

Í morgin fyllir bóltfelagið Royn 80 ár og í Hvalba hava tey nógv at hátíðarhalda í ár. Og tað gera tey við veitslu í Roynhúsinum leygarkvøldið

Føðingardagur

Í hesum døgum hátíðarhalda tey rundan føðingardag í Hvalba.
Tað er tann savnandi megin í bygdini, bóltfelagið Royn, sum fyllir 80 ár í morgin og tað hátíðarhalda tey við stórari veitslu í Roynhøllini leygarkvøldið.
Tekningarlistar liggja við Bakkhús og á Posthúsinum, men seinasta freist at tekna seg til veitsluna, er í kvøld.
Og tey hava nógv at hátíðarhalda.
Umframt at felagið fyllir 80, eru tað eisini í morgin 30 ár síðani at Roynhøllin varð tikin í brúk.
Tað hevði leingi verið arbeitt við eini ætlan um at byggja eina høll í bygdini og tað skerst ikki burtur, at tað var ein kollvelting fyri felagið og bygdina, tá ið hon var liðug.
Á ítróttarliga økinum hevur felagið eisini nógv at hátíðarhalda:
Besta liðið hjá felagnum vann 3. deild ógvuliga sannførandi. Liðið misti bara fimm stig í allari landskappingini við tað, at tað bara tapti ein dyst og spældi ein javnan. Sostatt fekk Royn heili 49 stig í ár og so vítt vit vita, er hetta tað mesta, nakað lið í vaksnamannadeildini hevur fingið.
Samstundis gjørdust 5. deild hjá Royn eisini Føroyameistarar við at vinna 3-0 í finaluni.
Finalusigurin smakkaði ikki verri av tí, at hann júst var á arvafíggindanum av Tvøroyri, TB.
Somuleiðis vunnu vunnu smádreingirnir silvur í kappingini á hálvum vølli.
Fyri fyrstu ferð, hevur Royn eisini havt eitt gentulið í kappingini í ár. Tað vóru gentur, sum eisini fingu rættiliga góð úrslit, eitt nú vunnu tær steypið í økiskappingini.

Góðar vónir
Sum tann gløggi lesarin longu hevur roknað út, varð Royn sostatt stovnað í 1923.
Nógv størsti denturin hevur verið lagdur á fótbóltin, men eitt stutt skifti undir krígnum hevði Royn eisini hondbóltslið í kvinnudeildini.
Royn hevur eisini kappróðrarbát, sum tað eina árið lá heilt frammi í oddinum, men seinastu árini hevur tað verið so sum so við áhuganum fyri kappróðri og báturin hevur fyri tað mesta verið lántur út til onnur felag, men nógvar gentur úr Hvalba hava hinvegin róð við bátum av Tvøroyri.
Sostatt er tað enn fótbólturin, sum er miðdepilin í felagnum og har eru framtíðarvónirnar bjartar.
Onkuntíð hevur verið soltið við fólki, men í ár hevur liðið verið væl mannað við tað, at einir 24-25 mans hava mannað 3. deild í ár.
Leiðslan í felagnum sigur, at teir allarflestu verða verandi í felagnum næsta ár, men at tað verður eisini umhugsað at fáa onkran leikara til felagið, sum veruliga kann styrkja hópin, nú liðið skal royna seg í 2. deild, har kappingin er munandi harðari.
Í næstum verður eisini søkt eftir venjara til felagið fyri at brynja seg so væl sum gjørligt til næsta kappingarár.
Samstundis umhugsa Royn og TB eitt samstarv um eitt unglingalið næsta kappingarár og tað hevði ikki verið verrið fyri tey bæði feløgini.