Ein rundkoyring er at rokna sum tryggasta slag av krossvegi, men váðin fyri eini ferðsluvanlukku økist, tá bilar møtast í mun til ein veg, sum gongur beint fram. Umframt at økja um váðan fyri ferðsluóhappum, økir ein rundkoyring fyri váðanum fyri eldi í tunnlinum vegna bremsing og akseleratión - ein váði, sum frammanundan er størri í einum tunli, har vegurin hellur nógv. Haraftrat ger ein rundkoyring tað munandi verri at stýra roykinum við ventilatiónini, um óhappið skuldi hent. Stýring av royki er somuleiðis ringt í einum tunli, har vegurin hellur.
Hóast at Landsverk upprunaliga segði seg ikki vilja góðkenna eina verkætlan, sum inniber eina rundkoyring undir havsins botni, hava politikarir valt loysnina, har tunnilin gongur upp báðu meðin Skálafjørðin. Ein loysn, sum tryggjar, at eysturoyingar báðu meðin Skálafjørðin hava líka langt til Havnar, men sum ikki tekur serliga góð atlit til trygdina í tunlinum.
Landsverk vildi ikki góðkenna rundkoyring
Í lógaruppskotinum hjá Jørgeni Niclassen stendur, at talan frá byrjan hevur verið um tríggjar loysnir - nevniliga tær sum Landsverk nevnir 1 og 2 (sí faktaboks), tær sum landsverk nevnir 3 og 4 og so tað loysnina, sum valið er fallið á politiskt, nevniliga tað T-formaðu linjuna við eini rundkoyring mitt undir Skálafjørðinum. Men upprunaliga hevði Landsverk fýra loysnir, og eingin av teimum hevði eina rundkoyring í. Metingin hjá Landsverk var nevniliga, at ein rundkoyring einans skal veljast, um eingin annar møguleiki er.
Ífylgi lógaruppskotinum hjá Jørgeni Niclassen, eru fyrimunirnir við rundkoyringini, at hon tekur betur atlit fyri umhvørvinum. Tað verða tríggir portalar ístaðin fyri fýra við hesu loysnini, og tí er minni inntriv í landslagið. Haraftrat verður bara neyðugt hjá einum parti av ferðsluni at fara til botns einaferð ístaðin fyri tvær ferðir, og tí verður minni dálkað.
Haraftrat verðir víst aftur, at trygdin ikki er í lagi - ein frágreiðing frá norsku ráðgevarafyritøkuni SINTEF hevur góðkent linjuføringina við rundkoyringini og somuleiðis danska ráðgevarafyritøkan Rambøll.
Frágreiðing frá SINTEF og Rambøll ófullfíggjað
Ráðgevandi verkfrøðingur og stjóri í fyritøkuni HMP, Hans Haraldsen, er brandserfrøðingur, og hevur gjørt speciali á DTU um eld í tunlum. Hann metir ikki, at frágreiðingarnar hjá SINTEF og Rambøll eru nøktandi. Millum annað manglar ein fullfíggjað greining av, hvat hendir við roykinum, um eldur kemur í. Í eini rýmingar- og bjargingarætlan í sambandi við eldi í tunlinum, er ein týdningarmikil partur, hvussu ventilatiónin kann stýra roykinum í tunlinum.
"Frágreiðingin tekur ikki hædd fyri, at tað er verri at stýra roykinum, um ein rundkoyring er í tunnlinum. Har er eingin greining av, hvussu hetta ávirkar rýmingarviðurskiftini og bjargingararbeiðinum. Eg haldi ikki, at man bara kann hyggja burtur frá hesum, tá netupp hesin parturin kann vera avgerandi fyri, um fólk sleppa livandi út úr tunnlinum. Tað týdningarmesta er, at sleppa burtur úr roykinum so skjótt sum gjørligt, og hetta er upp til bilførararnir sjálvar", sigur hann.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, sigur, at Landsverk hevur ikki mælt til at gera ein tunnil við rundkoyring, men nú tað er ein politisk avgerð, góðkennur Landsverk sjálvandi ætlanina, og vil eftir besta fyrimuni gera hana so ferðslutrygga, sum gjørligt.
Faktaboks
Serlig atlit, sum mugu takast, um rundkoyring er í einum tunli:
Gott sýni
Nóg breiðar vegir
Tiltøk, sum fáa bilførarar at seta fartin niður
Gott ljós við rundkoyringina og tilkoyringarnar
Faktaboks
Tey fýra uppskotini frá Landsverki, sum standa í fylgiskjalinum til Samferðsluætlanina 2008 - 2020:
1) Tunnil millum Suðurstreym og Strendur við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir
2) Tunnil millum Suðurstreym og Strendir við tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir/Runavík
3) Tunnil millum Suðurstreym og Toftir/Runavík við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir
4) Tunnil millynm Suðurstreym og Toftir/Runavík við tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir.
Við loysn 1 og 2 skuldi gjøgnumgangandi ferðslan tvs. ferðslan til og frá økjunum norðanfyri Skálafjørðin (Fuglafjørður, Gøta, Leirvík og Klaksvík) eftir vestara armi av Skálafjørðinum, ein tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal ella Kambsdal er ein avleidd verkætlan av hesum fasta sambindum til Suðurstreym.
Loysn 3 og 4 fer hendan ferðsla eftir eystara armi á Skálafjørðinum, og tá er neyðugt við einum umfartsvegi um Runavík-Glyvrar, einum um Søldarfjørð og einum um Gøtugjógv. Hesar avleiddu verkætlanir vóru partur av útrokningunum í samband við loysnirnar.
Av hesum fýra loysnum metti Landsverk at ein tunnil undir Suðurstreym og Strendur við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir er tann, sum skapar mest samfelagsnyttu.
Alternativt ein tunnil undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir/Runavík.
Faktaboks
• Longd á høvuðstunli 7,1 km
• Longd á vestara greintunli 2,1 km
• Longd á eystara greintunli 1,8 km
• Størsta longdarhall 69 ‰
• Størsta yvirhædd 120 m
• Minsta yvirhædd undir sjónum 40 m
• Stødd á rundkoyring (2 breytir) 59 m
• Kostnaðarmeting 1,05 mia.kr.