Rundkoyring á Argjum

Í næstum verður farið undir at gera eina rundkoyring við Argjavegnum og Hospitalsvegin

FERÐSLA

Argjafólk skulu vænta sær munandi betraðar ferðsluumstøður í næstum. Ikki bara kemur ein nýggjur innari ringvegur í 2004. Verandi inngongd til fyrrverandi bygdina verður eisini betra um við einari rundkoyring.
Oftani er trupult at sleppa av Argjum við nógvu ferðsluni av Velbastaðvegnum og J.C. Svabos gøtu.
Sjúrður Olsen, formaður í Tekniskunevnd hjá Tórshavnar býráð, upplýsir, at avgjørt er at gera eina rundkoyring við inngongdina til Argir.
?Arbeiðið er boðið út, og farið verður ígongd væntandi í januar at gera rundkoyringina, sigur Sjúrður Olsen.
Aðrastaðni í blaðnum kann eisini lesast um aðrar vega- og ferðslubroytingar, ætlanin er at gera í høvuðsstaðnum.

.