Rundir fuglar í Smiðjuni

Hósdagin 30. august læt framsýningin “Færøske kugle fugle” hjá Sten Asbirk upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Sten Asbirk er dani, føddur í 1948 og býr í Roskilde. Hann er er útbúgvin fuglafrøðingur, men hansara dagliga arbeiði er í danska Miljøministeriet í Keypmannahavn.


Sten Asbirk var fyrstu ferð í Føroyum í 1968 og so aftur í 1981. Hann hevur áður havt framsýningar í Grønlandi og í Orknoyggjunum, men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur framsýning í Føroyum.


Hann hevur stóran áhuga í fuglum og fuglalívi. Hann kallar framsýningina »Færøske kugle-fugle«, tí á øllum myndunum eru fuglarnir rundir sum kúlur. Ein rættuliga sermerkt framsýning við 46 ymiskum myndum. Myndaevnini er av fuglum, sum eru í Føroyum, sum t.d. tjaldur, æða, lundi, lomvigi og álka.


Framsýningin er opin soleiðis: Mánadagin 3. september kl. 12-17, týsdagin 4. september kl. 12-18, og mikudagin 5. september kl. 12-15.




Myndatekstur:


Sten Asbirk listamaður hevur í hesum døgum framsýningina »Kugle-fugle« í Smiðjuni í Lítluvík


Mynd: Magnus Gunnarsson