Runda konsertferð hjá Klarinettorkestrinum av

Í sambandi við at Føroya Klarinettorkestur hevur verið á konsertferð í Íslandi og Grønlandi, verður konsert í Listaskálanum í Havn í kvøld klokkan 19.30.

 

Føroya Klarinettorkestur varð stovnað í februar 2002 og hevur í dag umleið 20 limir. Orkestrið hevur frá byrjan gjørt uttanlandsferðir, har endamálið hevur verið at samansjóða limirnar bæði tónlistarliga og sosialt.

 

Fyri einum ári síðan varð farið undir at fyrireika túrin til Íslands og Grønlands. Søkt varð um stuðul í ymsum stovnum og orkestrið byrjaði at venja tvær ymiskar konsertskráir ? eina kirkjuskrá og eina skrá við etniskum og klassiskum dansum.

 

Túrurin byrjaði við einum stuttum konsertuppihaldi í Íslandi, har orkestrið eisini var á eini dagsútferð til Tingvellir, Geysir og Gullfoss. Síðan gekk leiðin til Grønlands, har tvær konsertir vóru á skránni ? ein í Hans Egede kirke og ein í Katuaq, Mentunarhúsinum í Nuuk. Í Grønlandi var orkestrið eisini eina dagsútferð við báti. Siglt varð norður gjøgnum Godthåbsfjørðin, millum ísfjøll og hvalir, til eina útdeyða bygd (Quatituq).

 

Áðrenn Føroya Klarinettorkestur vendi nøsina heimeftir aftur, steðgaði tað enn einaferð í Íslandi og spældi eina konsert ? hesaferð í Norræna Húsið í Reykjavík.

 

Fyri at runda ein væl eydnaðan túr við góðum konsertum og nógvum upplivingum av, spælir Føroya Klarinettorkestur konsert í Listaskálanum í Havn í kvøld klokkan 19.30.