Runavík fær nú skýlið nógv bíligari

Runavíkar býráð hevur einmælt samtykt at byggja skýli við fótbóltsvøllin við Løkin í Runavík.

Á býráðsfundinum í vikuni samtykti Runavíkar býráð einmælt at byggja skýli við fótbóltsvøllin við Løkin í Runavík, og ætlanin er, at skýlið skal standa uppi longu í apríl í ár.

 

Í 2004 vórðu fyrireikingar gjørdar til eitt skýlið við Løkin. Lendisarbeiði varð gjørt, og niðari partur varð stoyptur og setur sett upp.

 

- Ætlanin hevur síðani verið at gera skýlið liðugt, men er henda verkætlanin vald frá í raðfestingum, tá fíggjarætlanir eru gjørdar.

 

Runavíkar kommuna veit at siga, at beint fyri jól vendi fyritøkan, sum upprunaliga skuldi gera skýlið - Kaas Stålbyg - sær til kommununa.

 

- Av tí, at fyritøkan hevur annað stórarbeiði í økinum, bjóðaði hon sær til at seta skýli upp í Runavík samstundis. Prísurin var tískil munandi lægri, enn hann annars hevði verið.

 

Av tí at fíggjarætlanin fyri 2015 tá longu var løgd, royndi Runavíkar kommuna at kanna, um nakrir alternativir stuðulsmøguleikar vóru, sum kundu gera verkætlanina til veruleika.

 

- Fótbóltssamband Føroya játtaði um hálvan januar at stuðla verkætlanini, og samstundis hevur NSÍ játtað at hjálpa til við sjálvbodnum arbeiði.

 

Kommunan sigur, at við stuðlinum frá Fótboltssambandi Føroya, eitt sindur øðrvísi raðfesting á fíggjarætlanini, sjálvbodnum arbeiði frá NSÍ og lagaligum gjaldstreytum eydnaðist at gera verkætlanina so sannlíka, at býráðið einmælt kundi samtykkja at seta hana í verk.

 

Skýlið verður bygt omaná verandi grund við Løkin. Áskoðaraplássini verða tey somu sum nú - men nú undir taki. Miðskeiðis í skýlinum er øki sett av til høli til kiosk og fjølmiðlar.

 

Tað er Eyðun Petersen, arkitektur, sum hevur teknað skýlið. Høvuðskonstruktión er stál og betong umframt lættari tilfar.