AB kláraði ikki at basa runavíkingum, eiheldur EB/Streymur, B68, B36,B71, ÍF, FC Suðuroy ella Víkingur, og leygarkvøldið noyddist HB eisini lúta fyri sigursvandu runavíkingunum. Sostatt hevur NSÍ vunnið á øllum Vodafoneliðunum, og kundu við sigrinum á HB leggja seg einsamalt á odda í fremstu mansdeildini í fótbólti.
Felagsnevnarin fyri góðu gongdina hjá runavíkingum er sambart venjaranum hjá runavíkingum, Paula Poulsen, fyrst og fremst dygdargott liðavrikið, og so sjálvandi eisini ein Christian Høgni Jacobsen í serflokki
– Sjálvandi fær Christian Høgni nógva umtalu, hann skoraði jú bæði málini hjá okkum, og var eygsýndur í dystinum móti HB, men Christian Høgni ger tað ikki einsamallur. Heldur er talan um eitt sera gott liðavrik, sum legði grundarstøðið undir sigrinum á HB, og sigursrøðini vit eru í, segði Pauli Poulsen eftir dystin.
– Tað er altíð gott at vinna á hinum liðinum, sum liggja í oddinum, tí tað gevur jú sjálvsálit og trúgv uppá at vit gera tað rætta. Men samstundis er tað umráðandi hjá okkum at sláa kalt vatn í blóðið, og halda fast í dygdunum, sum hava givið okkum hesar níggju sigrarnar, sigur ein jarðbundin Pauli Poulsen.
Meðan frøin er stór í Runavík, so iðra teir seg í HB. Eitt er tað at HB tapir 2-0 í Runavík, men Fróði Benjaminsen iðrar seg serliga um brotsparkið sum broytti alt, tí HB hevði tamarhald á støðuni eftir steðgin.
HB liðskiparin hevur grein í sínum máli, tí HB komu væl betri við í dystin eftir steðgin, samstundis sum boddurin á NSÍ trýstinum var avtakandi. Tískil var tað sum at fáa váta vøttin í høvdið hjá havnarmonnum, tá Hans á Lag gjørdi eitt býtt brotspark, 10 minuttir fyri dystarlok, sum Christian Høgni setti trygt í netið. Í síðsta minutti staðfesti toppskjúttin í Vodafonedeildini sigurin, tá hann var sterkari í einum nærdysti við verjuspælara, og smekkaði bóltin í kassan til 2-0.
Sjálvt um brotsparkið var við at seta runavíkingar í gongd, so var sigurin hjá runavíkingum uppiborin. Teir vóru grammari og vildu meira, eins og teir komu fram til fleiri vandastøður, meðan HB ikki var nøkur hóttan móti NSÍ málinum.
NSÍ væl betri fyri steðgin
Runavíkingar vóru spælstýrandi í fyrra hálvleiki, ikki minst takkað verið væl spælandi Jústinus og Jann Inga á sentrala miðvøllinum. Leikliga yvirvágin hjá runavíkingum sást aftur í kjansum, har Klæmint, Christian Høgni og Heðin høvdu hvør sína nasku roynd móti málinum hjá gestunum, meðan gestirnir ikki høvdu tað stóra at bjóða í álopsspælinum fyri steðgin.
Beint fyri steðgin var Klæmin A. Olsen sera nær við at leggja NSÍ á odda, tá hann eftir hornaspark sútaði bóltin móti málinum, men á sjálvari málstrikuni fekk ein havnarmaður vart fyri, og so var vandin yvirstaðin.
Christian Høgni vísti format
Í seinra hálvleiki komu gestirnir betur við í dystin, ikki minst tí HB fekk betur tak á miðvøllinum. Men tað var ein smeitur fyri gestirnar at Andrew av Fløtum mátti av vøllinum stutt eftir steðgin, tí HB hevði sera trupult við at koma til kvalifiseraðar málroyndir.
Sum seinri hálvleiki leið dalaði spælið nakað. Tað var sum um HB kláraði at taka broddin av trýstinum hjá runavíkingum, og vóru við til at mynda dystin, uttan tó at koma fram til nakra vandastøðu.
Men í 80. minutti gjørdi Hans á Lag, sum annars spældi sum ein brandur í verjuni hjá HB, eitt býtt brotspark, sum Christian Høgni umsetti til mál.
Nú skuldu gestirnir fram á vøllin, men ístaðin vóru tað runavíkingar sum í síðsta minutti øktu um leiðsluna, sjálvandi við máli frá Christian Høgna Jacobsen, tá hann sneiddi ein verjuleikarar, áðrenn hann smekkaði bóltin í netið. Eitt klassamál frá Christian Høgna.
Sostatt mátti eisini HB leggja rygg til eitt tap móti formsterku runavíkingunum, so hava skúgvað alla mótstøðu til viks hesi seinastu níggju umførini, og staðfestu sína støðu sum oddalið í Vodafonedeildini.