- Hetta er aðru ferð í ein góðan mánað, at Runavíkar kommuna verður heiðrað fyri góða byggilist.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.
Í gjár fekk Runavíkar kommuna triðju virðisløn í kappingini, "Nordic Built Cities", fyri uppskotið “The Eyes of Runavík”, sum snýr seg um, hvussu frægast verður bygt í brattlendi.
- Hetta er aðru ferð innan fyri ein góðan mánað, at Runavíkar kommuna fær arkitektoniskan heiður, staðfestir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sum í gjár tók ímóti heiðrinum í konserthúsinum hjá DR í Kjøpinhavn.
Seks norðurlendskir býir, Runavík, Keypmannahavn, Oslo, Malmö, Espoo og Kópavágur, hava leitað eftir nýskapandi loysnum uppá avbjóðingar, sum viðvíkja býunum, og í Runavík skuldu teir luttakandi arkitektarnir loysa kendu føroysku avbjóðingina, sum er, hvussu vit frægast kunnu byggja í brattlendi.
Runavíkar kommuna fekk upprunaliga 20 uppskot um loysnir úr Føroyum, Norðurlondum og Europa, og í summar gjørdist greitt, at "The Eyes of Runavík” við White Architects úr Danmark vann ta kappingina.
Vinnari av Nordic Built Cities var “The Soul of Nørrebro” og “Co-op City” í Espoo í Finnlandi fekk aðru virðisløn, sum Sirði Stenberg, landsstýriskvinna, handaði.
Tilsamans komu inn 148 uppskot til teir seks býirnar og 19 uppskot til loysnir vóru við í finaluni í gjár.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran greiða frá