Runavíkar kommuna skal nú hava ein integratiónspolitikk. Tað var samtykt á seinast býráðsfundi í kommununi.
Kári E. Jacobsen hevur heitt á kommunnuna um at seta ein integratiónspolitikk í verk fyri kommununa. Mentanarnevndin hevur nú heitt á umsitingina um at seta ítøkilig tiltøk í verk, sum kann lætta um integratónina. Tað inniberð millum annað undirvísing í føroyskum máli. Býráðið hevur tikið undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og fer nú í holt við at fyrireika at seta átøkini í verk.
- Vit eru í tí støðu, at vit hava nógvar borgarar av útlendskum uppruna í kommununi og sum ein liður í at fremja teirra integrering, hava vit valt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen ásannar, at fyrsta treyt fyri trivnaði hjá fólki, ið koma hendaveg er, at tey skilja hvat verður sagt við tey og at tey fáa samskift við fólkið á staðnum.
- Umframt tað meir praktiska, so skal ein integratiónspolitikkur eisini orðast, sum býráðið seinni skal taka støðu til, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Sambært útlendingastovuni búgva 100 útlendingar í Runavíkar kommunu, ið tilsamans telur 15 bygdir.










