Runavíkar kommuna hevur valt at reka kommununa í 2020 innanvert egna fíggjarliga megi, og neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári til íløgur ella rakstur. Kommunan ætlar harafturímóti at niðurgjalda skuldina við 10,2 milliónum krónum.
Í løtuni svarar skuldin hjá Runavíkar kommunu til 54% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 62% av einari álíkning um ársskiftið 2019/20.
Kommunuskatturin lækkar eisini ætlandi við 0,25 prosentum – úr 22% niður í 21,75%.
Raksturin hækkar við 4,99 prosentum
Raksturin í Runavíkar kommunu hækkar við 4,99%, sum í mestan mun er ein avleiðing av sáttmálabundnum lønarhækkingum, stórum fólkavøkstri og øktari starvsfólkamegi á tekniska- og ferðavinnuøkinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Barnafrádrátturin verður framhaldandi 8.000 krónur og ansingargjøldini tey somu.
Umframt hetta er semja í býráðnum um at raðfesta børn og ung við einum Spjaldri (frítíðarkorti), sum ber við sær, at øll, sum eru ímillum 6 og 18 ára gomul, fáa eitt ognarkort á 2.000 krónur árliga, sum bert kann nýtast til at gera brúk av ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboðum í Runavíkar kommunu. Kostnaðurin av hesum tilboði er 1,5 milliónir krónur árliga.
Børn og ung (6–18 ár) fáa hvør sítt Spjaldur (frítíðarkort), ið tilsamans tekur hálva aðru millión krónur av rakstrinum.
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini 2020 var fyri á almennum býráðsfundi í gjárkvøldið. Onnur og endaliga viðgerðin verður ætlandi á almennum býráðsfundi 28. november 2019.
Fleiri grundstykkir
Sambært fíggjarætlanini ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 51,4 milliónir krónur í árinum, sum kemur. Umframt tøk grundøkir í fleiri bygdum, hevur býráðið samtykt at halda fram við útstykkingini (2. byggistig) í Leitinum í Runavík/Saltangará.
Í gjár varð sáttmáli undirritaður við Articon um útstykking á Hórheiðum á Skála (27 grundøkir), og klárt er at bjóða út 7 grundøki í Æðuvík.
Nýggja ætlaða svimjihøllin í Runavík, ið nú verður neyvætlað, kann væntandi bjóðast út á vári 2021.
Aktivitetshúsið - Gula Smiðjan – verður liðug umvæld uttan í ár og kann væntandi takast í brúk í 2020/2021. Umbyggingar og ábøtur skul ugerast á kommunalar bygningar. Arbeiðast skal víðari við Miðbýarætlanin, og bøtast skal um vatnverkið í Oyndarfirði.
Nógvar milliónir til eldraøkið
Onnur størri mál eru umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, sum millum annað hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytur úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið, og svimjihylurin, sum ikki hevur verið brúktur í á leið 10 ár, letur uppaftur, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Runavíkar kommuna letur næsta ár 11,693 milliónir krónur úr egnum kassa til eldraøkið, umframt væntaðu afturberingina frá Løgtingsfíggjarlógini. Trupulleikin er ikki nýggjur, hann hevur verið afturvendandi ár um ár, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at reka. Umframt hetta skal Runavíkar kommuna gera íløgur fyri 8,6 milliónir krónur á eldraøkinum í 2020 og í 2021.
Runavíkar havn
Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 6,714 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2020.