LOKALPOLITIKKUR
Skattaprosentið í Runavíkar kommunu verður 22 prosent, og barnafrádrátturin verður 4.000 kr. Hetta er tað sama, sum í ár. Fíggjarætlanin javnvigar við 115,8 milliónum. Samlaðu íløgurnar verða 28,5 mió. krónur. Harav fara seks mió. krónur til nýggja skúlan, sum er tikin í brúk og verður endaliga liðugur fyrst í komandi ári. Harafturat fara 7,5 mió. til tveir barnagarðar, sum eru í gerð á Skála og í Søldarfirði og verða lidnir í oktober 2009. Á tekniska økinum verða harafturat gjørdar íløgur í vatnveiting, vegir, kloakkir og útstykkingar. Nettoskuldin hjá samanløgdu kommununi er 108 mió. krónur. Samanlagda kommunan telur 15 bygdir við tilsamans 3850 íbúgvum.
Rakstrarútreiðslurnar í kommununi verða næsta ár 74,4 mió. krónur, sum er ein hækking upp á trý prosent. Hinvegin eru útreiðslurnar til íløgur munandi lækkaðar, tí nýggi skúlin er um at vera liðugur. Hesar íløgurnar lækka úr 56,2 mió. krónum í ár niður í 28,5 mió. krónur næsta ár. Við øðrum orðum eru talan um eitt fall upp á 50 prosent.
Hetta er seinasta fíggjarætlan sum verandi borgarstjóri, Hans Jacob Lamhauge, er við til at gera. Á nýggjárinum tekur ein annar lambamaður við róðrinum. Tað er Magnus Rasmussen, sum gjørdist stóri atkvøðuslúkurin á kommunuvalinum.