Sakførarar úr fleiri londum, teirra millum USA og Týsklandi, hava gjørt av at stevna Donald Rumsfeld, tí hann góðtók, at fangarnir í Guantanamo og Abu Ghraib blivu píndir.
– Eg vænti ikki, at hann fer í fongsul. Eg og hinir sakførararnir høvdu verið nøgdir, um vit fáa hann dømdan fyri at hava góðtikið eina so skammiliga framferð, segði amerikanski sakførarin Peter Weiss við Reuters, tá málið ímóti Rumsfeld bleiv lagt fram í Berlin í gjár.
Í einari áheitan biðja sakførararnir týska ríkisadvokatin kanna, um týðandi amerikanskir embætismenn hava góðkent krígsbrotsverk í sambandi við bardagan ímóti yvirgangi. Hava teir tað, biðja sakførararnir ríkisadvokatin skuldseta embætismenninar. Millum teirra, sum eru nevndir í áheitanini, eru fimm løgfrøðiráðgevar í amerikonsku umsitingini.
Ein av sakførarunum, sum hevur skrivað undir áheitanina, er norðmaðurin Fredrik Heffermehl. Hann sigur við NTB, at teir hava nevnt teir fimm ráðgevarnar við navni fyri at fáa staðfest, um teir hava givið umsitingini skrivar upplýsingar, sum kunnu hava verið medvirkandi til, at fangar blivu píndir í Irak.
Tveir av teimum fimm løgfrøðingunum hava verið ráðgevar hjá George W. Bush, forseta og Dick Cheney, varaforseta, og tveir aðrir hava arbeitt hjá Donald Rumsfeld. Amerikanski løgmálaráðharrin, Alberto Gonzalez, og fyrrverandi CIA-ovastin George Tenet, eru longu stevndir í málinum.
Kann enda í varðhaldi
Eygleiðarar siga, at tað er ikki serliga sannlíkt, at Donald Rumsfeld endar í fongsli, men Fredrik Heffermehl heldur, at stevningin fer at ávirka fyrrverandi verjumálaráðharran.
– Hvørja ferð hann fer av landinum, noyðist hann at hugsa um, at hann kann verða settur í varðhald, sigur Fredrik Heffelmehl við NTB.
Týska ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um tað skal fara undir at kanna málið, og roknað verður við, at tann avgerðin fellur eina ferð tíðliga næsta ár. Endar tað við, at málið verður reist, kann tað hava við sær eini altjóða galdandi boð um, at Rumsfeld og fleiri aðrir amerikanarar skulu handtakast.
Fyri tveimum árum síðani meldaðu týskir mannarættindabólkar Donald Rumsfeld, men málið varð lagt til viks, tí Rumsfeld skuldi júst á eina ráðstevnu í Týsklandi. Tað ljóðaði, at hann hevði ætlað sær at avlýsa ferðina.
Í Pentagon halda tey lítið um ætlanina at leggja sak ímóti gamla verjumálaráðharranum. Talsmaðurin, Bryan Whitman, sigur við Reuters, at tað, sum hann higartil hevur hoyrt um málið, hevur lítið upp á seg og tykist heldur býttligt.
Sakførararnir, sum hava reist málið ímóti Rumsfeld, gera tað vegna tíggju menn, sum hava sitið í Abu Ghraib-fongslinum í Irak, og ein, sum sat í Guantanamo-leguni. Sakførarin hjá tí seinasta sigur, at Mohammed al Qahtani bleiv ongantíð skuldsettur fyri nakað ta tíðina, hann var í Guantanamo. Kortini sat hann 160 samdøgur innistongdur í einum kliva, og hann slapp ikki at sova í tvey samdøgur. Sakførarin vil eisini vera við, at maðurin var fyri kynsligum ágangi, og at hann fekk forboð fyri at biðja, um hann ikki vildi samarbeiða undir avhoyringunum.










