Ítróttarfelagið 07 Vestur ætlar at byggja nýtt felagshús á Dungasandi í Sørvági.
Í hesum sambandi hevur felagið søkt kommununa um stuðul til byggingina av húsinum, sum er mett at kosta góðar 3,7 milliónir krónur.
Herfyri játtaði Sørvágs kommuna so at játta ein stuðul, sum svarar til heili 60 prosent av byggikostnaðinum við ávísum treytum.
- Onkur heldur helst, at bygdaráðið hevur verið í so rummiskt at lata so stóran part av íløgunum, upplýsir borgarstjórin, Sune Jacobsen. Um vit ikki gjørdu tað, hevði felagið neyvan megnað hetta.
Hetta sigur hann, tí tey í bygdaráðnum eru sannførd um, at felagið ikki hevði megnað hetta við tí fólkagrundarlagi sum er í Vágum og Norðstreymoy. Raksturin av 07 Vestur liggur um 2 milliónir krónur árliga.
Sagt verður, at felagið miðar eftir at víðka um ungdómsarbeiðið, eins og stílað verður eftir at flyta upp aftur í bestu fótbóltsdeildina hetta kappingarárið.