Flogbóltsfelagið Nøvan hevur gjørt avtalu við Rumica, um at hann skal vera venjari hjá teirra mansliði í meistaradeildini. Tað váttar Pól Andreassen, nevndarlimur og kappingarleiðari hjá Nøvuni
Rumica var í fjør venjari hjá meistaraliðnum Fleyr, og hevur hann áður verið venjari hjá Fram. Eftir hvat skilst, so hava fleiri feløg verið úti eftir Rumica, men hann hevur so tikið Nøvuna fram um hini liðini, og byrja teir at venja í vikuni.
Nøvan hevur eitt rættiliga ungt lið, ið er mannað við evnaríkum leikarum úr Sundalagnum. Hetta er nakað, ið Rumica dámar væl og Pól Andreassen sigur, at tey í Nøvuni eru sera spent upp á komandi kappingarár.
Seinasta kappingarár var so sum so hjá Nøvuni. Liðið varð flutt upp í bestu deildina fyri at tað heila kundi ganga upp har, og hóast unga manningin hjá Nøvuni royndi alt hvat teir vóru mentir, so eydnaðist tað ongantíð teimum at vinna nakran dyst - ei heldur nakað sett.
- Vit eru ógvuliga spent at fara undir eitt nýtt kappingarár við einum so góðum venjara, og tað gleða vit okkum til. Serliga tí, at vit alt seinasta kappingarár virkaðu so at siga uttan venjara.
- Men liðið er so øgiliga ungt enn, og vit hava ongan útlendskan styrk í mun til so nógv onnur lið, so okkara málsetningar eru rættiliga avmarkaðar. Fyrsta stigið má vera at vinna eitt sett, og síðani taka vit tað harfrá, sigur Pól Andreassen, nevndarlimur og kappingarleiðari hjá Nøvuni.










