Rumensku viðmerkjararnir og venjarin róstu føroyska liðnum (FM1)

(FM1) Hoyr Sorin Anghel greiða frá hvussu hann upplivdi dystin í Cluj í rumenskum sjónvarpi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 hevði við rumenska venjaran hjá AB, Sorin Anghel sum hugdi eftir EM-undankappingardystinum millum Rumenia og Føroyar á einari rumenskari sjónvarpsrás.

 

 

Sorin Anghel greiðir frá, at rumenski landsliðsvenjarin, Cosmin Contra rósti føroyska liðnum í samrøðu við rumenskan reportara aftaná dystin, og hann viðgekk, at føroyska liðið var betri teir fyrstu 25 minuttirnar. Men so var Cosmin Contra eisini fegin um, at hansara spælarar knekkaðu kotuna við at koma við innleggum inn í føroyska brotsteiginum, og í fyrra hálvleiki gjørdist tað eydnugripurin hjá Rumenia. Sorin Anghel greiðir frá, at Cosmin Contra heldur, at føroyska liðið mátti hava havt ein ordans niðurtúr á Malta, tí tað var øðrvísi og væl spælandi føroyskt lið sum hann sá í Cluj í kvøld.

 

 

Sorin Anghel greiðir frá, at viðmerkjararnir hjá rumenskum sjónvarpi høvdu eisini rósandi orð at bera føroyska spælinum. Serliga framhevjaðu rumensku viðmerkjararnir spælararnar sum spæla í bestu norsku og bestu donsku deildini, Gilla Rólantsson, Viljorm Davidsen og Hall Hansson.

 

Sorin Anghel gleðir seg stórliga til dystin millum Føroyar og Rumenia á Tórsvølli 12. oktober. Hann sigur, at tað er 100 prosent víst, at verða staddur á Tórsvølli til tann dystin.