Rumenia, sum er í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum, skal hava nýggjan landsliðsvenjara. Tað er greitt, eftir at Victor Piturca í dag hevur sagt seg úr starvi.
Rumenia hevur annars fingið eina góða byrjan upp á EM-undankappingina og hevur fingið sjey stig í teimum fyrstu trimum dystunum, men Victor Piturca hevur valt at taka við starvinum sum venjari hjá Al Ittihad í Saudi Arabia og gevst tískil alt fyri eitt sum rumenskur landsliðsvenjari.
58 ára gamli Victor Piturca hevur verið landsliðsvenjari hjá Rumenia trý ymisk tíðarskeið og hevur sitið í sessinum í tilsamans 13 ár. Hetta seinasta tíðarskeiðið hevur hann verið venjari síðani 2011.
Rumenia og Føroyar spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum næsta ár. Fyrst í Rumenia 29. mars og síðani í Føroyum 11. oktobur.










