Fótbóltur
Lagið er alt annað enn gott í rumensku leguni eftir 3-0 tapið móti Litava.
Venjarin vil als ikki síggja fjølmiðlarnar til venjingarnar hjá liðnum, og heldur ikki spælararnir tykjast hava stórvegis hug at práta.
Rumenska liðið hevði sína venjing á Tórsvølli, eftir at føroyska liðið hevði vant í morgun, og í lokalu miðlunum verður roknað við hópin av útskiftingum.
Victor Piturca, landsliðsvenjari, hevur enn ikki sagt nakað um, hvussu liðið fer at síggja út, men ivamál er í øllum førum um onkrar spælarar, sum fingu smærri snuddir í dystinum móti Litava. Og so er venjarin annars alt annað enn nøgdur við tann hugburð, sum tá varð sýndur, og hetta fer heilt víst at kosta plássið hjá nøkrum av spælarunum, verður sagt.
Hvussu er og ikki, so vilja spælararnir leggja alla orku í at prógva, at teir taka landsliðið og undankappingina í stórum álvara, og hesa ferð eru tað Føroyar, sum skulu standa fyri skotum.