Um tað er í FC Barcelona, Bayern München ella Manchester City, so hevur venjarin, Pep Guardiola, altíð verið kendur fyri at fáa leikararnar hjá sær at spæla á óvandum plássum á vøllinum - og við góðum úrslitum.
Eitt nú vann Barcelona Champions League-finaluna í 2009 við Carles Puyol á høgra vongverja og Yaya Touré í miðverjuni.
Í Bayern München var eitt tað fyrsta, ið venjarin gjørdi, at flyta Philipp Lahm av høgra vongvera niðan á miðvøllin.
Men einaferð gjørdist ovboðið.
Fyrrverandi týska álopsstjørnan, Karl-Heinz Rumenigge, sum nú er í ovastu leiðsluni í Bayern München, sigur við blaðið hjá týska stórfelagnum, "51", at einaferð mátti hann sannføra Pep Guardiola um at sleppa sínum ætlanum.
- Eftir vit høvdu tryggjað okkum sigurin í Bundesliguni, vildi Pep í fullum álvara, spæla við Manuel Neuer á miðvøllinum í einum dysti.
Manuel Neuer verður vanliga nevndur sum ein av heimsins bestu málverjum, so hetta hevði verið ein størri ætlan enn at flyta miðvallarar í verjuna og umvent.
Hóast Manuel Neuer eisini er serliga kendur fyri sín bóltførleika við fótunum, helt Karl-Heinz Rumenigga, at tað fór at geva trupulleikar.
- Tað kravdi nógv, men at enda fekk eg sannført Pep um, at hann mátti sleppa ætlanini, tí tað hevði verið fatað sum hugmóð.
Leikliga hevði Rumenigge kortini einki at finnast at í ætlanini.
- Eg eri vísur í, at Manuel Neuer hevði eisini gjørt tað frálíkt á miðvøllinum, sigur hann við blaðið, "51".
Sambært München Abendzeitung
Pep Guardiola var venjari í Bayern München frá 2013 til 2016. Hann vann Bundesliguna øll árini, áðrenn hann gjørdist venjari hjá enska Manchester City, har hann er enn.