Føroyska ferðalagið, sum var í Rumenia við neyðhjálp miðskeiðis í mai, vitjar í Berøa í Saltangará sunnukvøldið 2. juni.
Greitt verður frá arbeiðinum í Rumenia og seinastu verkætlanunum við myndum og livandi upptøkum. Arbeiðið verður gjørt út frá barnaheimum, samkomum í økinum og gjøgnum Reyða Kross á staðnum.
Á seinasta túrinum í Rumenia vóru eini 6-7 tons av neyðhjálp latin rumenum, har ímillum eisini sigoynarum. Í nógvum av økjunum er stórt arbeiðsloysi, og fólk eru fátæk.
Nógvir føroyskir felagsskapir hava seinastu mongu árini latið hjálp til tey fátæku í Rumenia.