Rumenar royndu at mutra dómarar

Teir báðir donsku hondbóltsdómarnir, Mads Hansen og Martin Gjeding siga við donsku sjónvarpsstøðina, TV2, at rumenska hondbóltssambandið bjóðaði teimum 30.000 evrur (uml. 225.000 krónur), fyri at fáa donsku dómarnar at hjálpa rumenska landsliðnum at vinna ein avgerandi HM-undankappingardyst ímóti Montenegro.

 

- Eg havi júst hoyrt ákærurnar úr Danmark í dag. Um hesar ákærurnar høvdu nakað uppá seg, so rokni eg við, at europeiska hondbóltssambandið, EHF langt síðani hevði gjørt okkurt við hetta málið. Í morgin fari eg at mótmæla hjá EHF, um neyðugt, og so fari eg at draga donsku dómarnar fyri rættin. Báðir teir donsku dómarnir hava uppiborið eina harða revsing, um tað vísur seg, at teir siga ósatt, sigur forsetin í tí rumenska hondbóltssambandinum, Christian Gatu til danska TV2. Sambært Christian Gatu, so eru Mads Hansen og Martin Gjeding í holt við at oyðileggja nógv fyri rumenskan hondbólt.

 

- Teir raka eitt hondbóltssamband, sum stríðist hart fyri at reisa seg aftur. At teir royna at raka okkum við slíkum balkan-framferðahættum, er í mínum eygum langt út, sigur Christian Gatu við TV2.