Rúmdarmaðurin Andreas Mogensen vitjar í Føroyum

Andreas Mogensen kemur til Føroya 22. september, og hann vil sera fegin hitta ungdómar og kunna um rúmdina og slóða fyri eina rumdarvinnu her á landi.

Rúmdarmaðurin Andreas Mogensen hevði tey trý tjóðarfløggini í danska ríkinum við sær á rúmdarferðini. Hann hevði eisini eitt slips hjá Williami Heinesen við sær. Á Føroyaferðini handar hann Tjóðsavninum flaggið og Williamshúsi slipsið.

Tað siga fyrireikararnir til vitjanina í tíðindaskrivi. 

Fyrsta tiltakið verður í Løkshøll 23. september, og dagin eftir, 24. september, verður tað á Glasi.

– Eisini luttekur føroyski marts-serfrøðingurin, David Arge, á tiltakinum, og hann fer at bera nýggjastu tíðindi av Mars.

Á Glasi fer Andreas Mogensen at handa Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevði við sær í rumdini, og seinnapartin sama dag tekur Elisa Heinesen ímóti slipsinum hjá abbanum, Williami Heinesen, í Williams Húsi. Slipsið var sum øllum kunnugt eisini við á rúmdarferðini.

Tað eru Johan Mortensen og David Arge, sum skipa fyri ferðini hjá Andreasi Mogensen í Føroyum.