Rumbul í Afrika

Tað, ið eftir er av African Nations Cup er í vanda fyri at verða yvirskýggjað av skandaluni, ið uppstóð eftir hátíðarhaldið fyri kjósanini av »besta afrikanska leikara«. Frederic Kanouté varð valdur, men um hann var tann rætti vinnarin er ivasamt

FÓTBÓLTUR

 

Áleyparin hjá Mali, ið spælur fyri spanska felagið FC Sevilla, gjørdist herfyri tann fyrsti ikki-afrikanski leikarin, ið er kosin »besti afrikanski leikari«. 30-ára gamli Kanouté vann framman fyri Didier Drogba, ið vann í fjør, og Michael Essien frá Ghana. Men seinastu dagarnar er ivi sáddur, um kjósanin var rættvís, og um tað ikki var áleyparin frá Fílabeinsstrondini, Didier Drogba, ið átti at verið kosin.

 

Var vrakaður

Áleyparin hjá Chelsea varð vrakaður til heiðurin, hann so sannførandi vann í fjør, bert tí hann valdi, ikki at ferðast alla ta longu leið til Lome í Togo, at taka móti heiðurinum, alt meðan landsmenn hansara stóðu bert tveir dagar frá einari fjórðingsfinalu móti Guinea. Drogba og landsmenn hansara knústu Guinea út úr kappingini, og skulu spæla hálvfinalu í morgin móti Egyptalandi. Fyrradagin almannakunngjørdi Drogba so eisini, at hann ikki hevur hug at verða nomineraður til hendan heiður aftur. Confederation of African Football, CAF (Kann sammetast við UEFA í europa blaðm.) eru kendir fyri bert at útnevna leikarar, ið koma til sjálvt hátíðarhaldið. Men hesaferð er spurningurin, um teir ikki er farnir ov langt.

 

Flóvisligt CAF

Kjósanin fer uttan iva at hava við sær keðiligar avleiðingar fyri CAF sjórarnar, tí at tað uttan iva fer at verða settir spurningar við logikkin aftanfyri, at trýsta leikarar at fara frá venjingarleguni hjá landsliðnum, og ferðast langar teinar.

Eitt mál, ið eisini hevur stungið seg upp í hesum døgum, er hví CAF ikki hevur lagt hátíðarhaldið í sama stað sum stóra fótbóltskappingin verður hildin. Har hevur man allar miðlar í heiminum, og focus er á tað plássið, framum alt annað. Hátíðarhaldið kundi verið varpað á ein væl betur máta, og hetta er alt sera óheppið.

CAF hava fyrr verið fyri ákoyringum um at teirra háttur at reka ymiskt við, er ivasamur. Hetta er nakað, ið hevur verið við til at pletta ímyndina av afrikanskum fótbólti, og eftir seinastu orrustuna fer tað neyvan at verða frægari við bræði.

 

Stórsligin kapping

Hendan kappingin, ið byrjaði afturi í 1957, tá Egyptaland vóru vertir, hevur bjóðað okkum hyggjarum eitt sindur av hvørjum gjøgnum tíðirnar, og kappingin í ár hevur verið higartil verið ein av størstu tiltøkunum nakrantíð. Júst av hesi orsøk, er tað kanska eyka keðiligt at slíkt óskil valdar í CAF. Man má bert vóna, at hálvfinalurnar báðar og so sjálvandi finalan fara at bjóða okkum fótbóltsupplivilsir yvir tað vanliga. Tí tað hevði verið ómetaliga harmuligt, um man bert sat eftir við tankanum um gøluna um kjósanina av »besti afrikanska leikara«.

 

Hálvfinalur fyri framman

Kameroon vunnu sína fjórðingsfinalu móti Tunis 3-2, í einum sera spennandi dysti, og í hálvfinaluni bíða vertirnir Ghana, ið vunnu sína fjórðingsfinalu 2-1 móti Nigeria. Í hinari hálvfinaluni møtast finalistarnar frá 2006, Fílabeinsstrondin og Egyptaland.

Í finaluni í 2006, tá hesi bæði londini eisini brustu saman, vunnu Egyptaland í einum ótrúliga spennandi dysti, ið endaði 0-0, og í brotssparkskappingini vístu egyptar, at teir á heimavølli hava nervar av stáli. Teir vunnu 4-2, og harvið sítt fimta meistaraheiti.

Kameroon og Ghana spæla sína hálvfinalu í Tamale, meðan Fílabeinsstrondin og Egyptaland spæla í Kumasi.