Rúmari ræsur til Visa-kortið

Markið fyri, hvussu nógv kann keypast uttanlands, áðrenn kortið verður sperrað, verður nú hækkað

Higartil hava Visa-Dankort, sum eisini nógvir føroyingar nýta, havt eina avmarking, har ásett er, at verður keypt fyri meira enn 20.000 krónur innan 30 dagar uttanlands, verðr kortið sperrað.

 

Hetta markið verður nú hækkað upp í 25.000 krónur. Tað skrivar danska epn.dk.

 

Orsøkin til hetta er, at tað er vorðið alsamt vanligari, at fólk rinda fyri hotell, bilaleigu við meira við kortinum, og hetta saman við vanligum príshækkingum ger, at tað eru alsamt fleiri viðskiftafólk, sum renna seg í loftið, tá tey eru uttanlands.