- Í øðrum londum hevði tað fingið fylgir

- Einki annað samfelag hevði staðið modell til tað, sum gongur fyri seg, men í Føroyum fær einki fylgir, sigur Bjørn á Heygum.

- Einki annað samfelag hevði staðið modell til tað, sum gongur fyri seg, men í Føroyum fær einki fylgir, sigur Bjørn á Heygum.

- Vit eru ikki von við, at nakað fær avleiðingar í Føroyum. Tú kanst forbróta teg sum tú vilt móti almennum reglum, nærmast uttan at nakar rættir hond frá síðu fyri at fáa tingini í rætt lag, sigur Bjørn á Heygum.

 

 

 

 

Les eisini: Leiðreglur hjá FMR: Eingin skal hava løn

 

 

Sakførarin, sum seinastu dagarnar hevur lagt seg út í almenna orðaskiftið um lønarútgjaldingarnar til pedagogarnar, sum eru í verkfallið, heldur, at nú er ovboðið.

 

 

 

- Tað er krystalklárt, at Fíggjarmálaráðið handlar í heimildarloysi, tí tað er absolut eingin heimild ella siðvenja,  sum loyvir, at man rindar løn til tey, sum hava niðurlagt arbeiði, sigur Bjørn á Heygum við Rás2 í dag.

 

 

 

 

 

 

Les eisini: Hevur verið siðvenja í 15 ár


Hann staðfestir eisini, at eftir hansara tykki hevði hendan hendingin fingið avleiðingar í øðrum samfeløgum, sum vit ynskja at samanbera okkum við.

- Eg havi mist trúnna upp á, at nakað fær avleiðingar í Føroyum. Og úrslitið er, at vit fara longur og longur út á skráplan. Vit velja heldur løttu loysnina og standa hendur í favn, enn at gera nakað við lógloysi, sigur Bjørn á Heygum við Rás2 í dag.  

 

 

 

Les eisini: Keypa sær atkvøður við almennum pengum