ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag hevur økt so mikið nógv um sítt virksemi higartil í ár, at tað hevur givið 3,7 milliónir í yvirskoti áðrenn skatt. Sama tíðarskeið í fjør gjørdist úrslitið eitt undirskot áljóðandi 298 krónur. Tá skattur er farin av fyri fyrra hálvár í ár, so kann Kaupthing leggja tríggjar milliónir afturat sínum eginpeningi.
Siga vit, at yvirskotið verður eins stórt fyri juli til desember 2005, so verður eginpeningurin rentaður við 43% fyri alt árið. Eginpeningurn var við árslok smáar seytjan milliónir, og tað gevur tað bestu prosentvísu rentingina av føroysku fíggjarstovunum higartil fyri fyrra hálvár.
Økt virksemi
- Inntøkurnar vóru 124% hægri enn fyri sama tíðarskeið í fjør, og útreiðslurnar vóru 32% hægri fyri tíðarskeiðið, skrivar Kaupthing í tíðindaskriv.
Í roknskapinum sæst framgongdin undir teiginum aðrar vanligar inntøkur.
- Vit hava havt eina framgongd á øllum økjum. Tað veri seg bæði økt virksemi innan handil við virðisbrøvum og økt virksemi innan vinnutænastuøkið, sigur Peter Holm, stjóri fyri Kaupthing.
Vinnutænastuøkið snýr seg um útlán til vinnulív og ymiskar ráðgevingaruppgávur - t.d. í sambandi við handil við fyritøkum, har Kaupthing t.d. stóð fyri keypinum av Kall, sum fyritøkan eisini átti ein part av, men tað ávirkar ikki úrslitið fyri fyrstu seks mánaðirnar av árinum.
- Seinna hálvár verður væntandi eins gott og fyrra hálvár, sigur Kaupthing í tíðindaskri.
Tað er íslendski Kaupthing Bank hf., sum eigur Kaupthing Virðisbrævameklarafelag.
Mynd: Kaupthing hevur økt um sítt virksemi, og tað sæst aftur í roknskapinum.