Áhugin millum fólk fyri motorakførum kann vera sera ymiskur, samstundis sum tað verður alt meira vanligt at eiga bil. Fólk flest hava ein vanligan bil og fylgja eitt sindur við hvat kemur á marknaðin, so tey vita hvønn bil tey skulu keypa, tá bilurin skal skiftast út. Bilurin er í nógvum førum einans ein brúkslutur.
Seinastu árini er áhugin fyri motorsúkklum eisini vaksin nógv. Motorsúkklan er í flest øllum førum eitt frítíðarítriv, soleiðis at skilja at hon verður sera væl viðfarin og stendur inni um veturin og verður bert brúkt tá veðrið er gott, og tá skipað verður fyri motorsúkklu treffum o.l.
So eru tað tey sum hava alstóran áhuga fyri motorsporti sum t.d. heimsmeistaraskapinum Formel 1. Onkur annar hevur størst áhuga í stórum akførum og veit alt um lastilar, bussar og off-roadarar o.s.fr.
Tað áhugaverda við øllum hesum er, at ein sum t.d. hevur stóran áhuga fyri vanligum persónbilum, hevur als ikki áhuga fyri motorsporti og øvugt.
Men tað hongur alt saman á ein ella annan hátt. Til dømis verða allar nýggjar skipanir sum betra um koyrieginleikar, trygd og umhvørvisvernd royndarkoyrdar innan motorsportin sum t.d. á Formel 1 bilum sum í nógvum førum eru rullandi laboratorium.
Hetta njóta vit øll gott av, sum dagliga ferðast í ferðsluni.