Rullaði út av vegnum

Eitt ferðsluóhapp hendi um hálvgum sjey tíðina í kvøld á Sundi Tað ljóðaði ógvusligt í Havn, tá ið sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar nakað eftir klokkan hálvgum sjey í nógvari ferð fóru norður eftir úr Havn.

Ein bilur var farin út av vegnum við Sund, og bilurin fór rullandi útav.

Í bilinum, sum var á veg suðureftir, var ein einsamallur maður. Hann varð fingin út gjøgnum rútin á bilinum.

Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Maðurin tóktist ikki at hava fingið stórvegis mein.