Klaksvíkar Sjónleikarfelag spílar seg út við hallarkabarett á Norðoyastevnu. Jákup Veyhe skal leikstjórna stevnuskemtinum í Klaksvík Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur í nógv ár spælt Norðoyastevnuteitið, og í ár spílar felagið seg út við einari sonevndari hallarkabarett.
Norðoyastevnukabarettin, sum hevur fingið navnið ?Rukkur í lakkinum? verður spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík Norðoyastevnuaftan tann 6. juni. Eini 600 fólk kunnu verða til hvørja sýning, og í fyrstu atløgu eru tvær sýningar settar á skránna.
Í hallarkabarettini verða hendingar í lokaløkinum og aðrar hendingar í Føroyum viðgjørdar á ein meira skemtiligan hátt.
Jákup Veyhe skal leikstjórnað kaberettini í Klaksvík, og ætlanin er, at hann skal eisini spæla við. Annars verða tað leikarar úr Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið fara at spæla, og møguliga verða eisini onkur avbygdafólk við í kabarettini.










