Ruiz kærir Valuev

Risastóri Nikolai Valuev vann herfyri dystin móti John Ruiz, tá teir báðir stríddust um rættin til tøka WBA-beltið í tungvekt. Men nú hevur liðið hjá Ruiz kært, tí tey meta, at talan var um snýt. Sagt verður, at legan hjá Valuev alla tíðina visti, hvussu dómaraatkvøðurnar fullu í hvørjum umfari sær, og at russiski risin tí hevði fyrimun. Team Ruiz hevur tí biðið týsku fyriskipararnar av dystinum um frumbondini av sjónvarpsupptøkunum, men enn eru hesi ikki útflýggjað.