– Ruðuleikin fullkomin

– Tá spurningarnir, eg svaraði á føroyskum, fyrst eru umsettir til danskt í Informatión, og síðani aftur til føroyskt í føroysku miðlunum, er ruðuleikin fullkomin.

Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður og formaður fyri Miðflokkin, sum verður lagdur undir at hava verið so mikið hvassorðaður í sínum vendingum, at LGBT í Føroyum umhugsar at melda hann fyri brot á grein 266 b í revsilógini.

Hoyr samrøðuna við Jenis um hetta við at trýsta á pílin undir myndini.